2015-02-10 20:10
Vestmanna Kommuna hevur í seinastuni fingið nógvar fráboðanir um trupulleikar av rottu.
Kommunan hevur keypt fleiri rottukassar fyri at royna at basa trupulleikanum. Kommunan fer í næstum at leggja kassarnar út ymsa staðni í bygdini.
Um fólk síggja rottu, vinarligast boði kommununi frá hesum á tlf. nr. 770123, tað skrivar kommunan á heimasíðu síni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald