FSF: Serfrøðingarnir á heimasíðuni hjá FSF eru aftur til dystin fús í ár, og fyrstur at siga sína beinraknu meining um kappingarárið 2017 í EFFO-deildini, er Tróndur Arge.
Profilarnir bjarga 07 Vestur
Tilgongdin av Petter Bjørnlund og Ken Fagerberg kann bjarga 07 Vestur, sum eisini hevur Søren Nielsen við í hópinum aftur. Eg havi ein mistanka um, at liðið manglar ein í miðverjuni ella ein stýrimann afturat, men velji at hoppa við upp á nýggja tokið hjá 07 Vestur, sum er fylt við optimismu og trúgv upp á, at tað fer at ganga í ár.
HB ??? 07 Vestur 1
Nógv er nýtt í HB, men tað hevur eisini givið ein positivan stemning kringt felagið ??? eins og tað er kring 07 Vestur.
Við útgangsstøði í styrkiniforholdunum millum feløgini, so gevur tað HB fyrimunin til fyrsta dystin. Eg eri als ikki vísur í einum HB sigri, men hann er mest sannlíka útfallið. Um Trygvi Mortensen spælir eins og hann gjørdi á Argjum við AB, so verður talan um eitt kontrakent 07 Vestur lið í Gundadali.
Spurningurin er so hvat HB klárar at koma við. Eg vænti nokk til at vinna dystin við einum máli. Eg tippi 1-0.
Eg tippi at endaliga støðan fer at síggja soleiðis út
1. KÍ
2. NSÍ
3. Vikingur
4. B36
5. HB
6. Skála
7. ÍF
8. 07 Vestur
9. EB/Streymur
10. Suðuroyarliðið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald