Ítróttur

Tróndur metir um 2. umfar í EFFO-deildini

...

2015-03-07 00:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FSF.fo skrivar: 

Tað er Tróndur Arge, miðlamaður á Miðlahúsinum, sum tippar dysturnar í EFFO-deildini hesuferð.

NSÍ - EB/Streymur 1

Hetta er tað NSÍ dugur. At vinna á liðnum, sum eru verri fyri enn teir. Spurningurin er bara um EB/Streymur kann roknast upp í hasi liðini. Eg fari fyribils at siga ja, tí hóast teir fingu javnleik móti B36, so vóru nógv órógvandi elementir fyri B36 í hasum dystinum.

Eg fari tí at seta eitt 1-tal á hendan dystin. Vandi er tó, at veðrið verður so mikið órógvandi, at EB/Streymur fær somu fyrimunirnar, sum teir fingu á Tórsvølli.

ÍF ??? HB X
Fróði Benjaminsen er við aftur, meðan Adeshina Lawal og Clayton Soares ikki eru við fyri ÍF. Tað kundi bent á eitt 2-tal, men skilti á lagnum, at HB spældi illa móti AB. Eg sá ÍF spæla móti Víkingi og tað var ikki sannførandi, men teir skoraðu upp á møguleikarnar.

Tí havi eg hetta til at blíva eina javnur dystur, sum kann blíva avgjørdur upp á smálutir. Havi HB til at hava munin, men av tí at ÍF er á heimavølli, so tippi eg ein javnleik.

B36 ??? Víkingur 2
B36 hevði nógv ting ímóti sær í dystinum móti EB/Streymi, men sannleikin er eisini, at teir skaptu lítið. Nú er Lukasz Cieslewicz eisini vekk, so havi eg hug at geva Víkingi munin hesaferð. Javnleikurin er kanska mest upplagda boðið, men kenslan sigur mær, at Víkingur er eitt fet frammanfyri B36 í løtuni.

AB ??? TB 1
Hetta verður ein torførur dystur at meta um. Umstøðunar(veðrið) kunnu gera munin, tí TB hevur fleiri spælarar, sum eru sinnaðir at kempa og berjast um bóltin, meðan AB hevur fleiri ???fínar??? spælarar, sum eru góðir á bóltinum, men mangla ein stríðsmann ella tveir til líknandi dystir.

Eg havi tó sett AB til at vinna dystin, tí teir eru á heimavølli og tykjast uppsettir upp á at koma úr botnstrínum beinanvegin, meðan TB er uttan Martin Tausen og Albert Adu.

KÍ - FC Suðuroy 1
Við ella uttan útlendingarnar, so er KÍ favorittur at vinna hendan dystin. KÍ hevur fingið loyvini hjá Kenan Hajdarevic, meðan FC Suðuroy hevur fingið loyvini hjá Christian Ibeagha upp á pláss.

KÍ munnu hava ringt við at svølgja javnleikin við Stórá, men við tí í minninum, so taka teir ongar kjansir sunnudagin.

Torførari enn nakrantíð

Ongantíð hevur tað verið so torført at spáa um landskappingina, síðani eg byrjaði í miðlaverðini. Tey flestu hava deilt kappingina upp í tríggjar partar. B36, HB og Víkingur í topp 3, meðan NSÍ, KÍ og ÍF eru í einum miðbólki, sum koma at spæla um fjórða atgongumerkið til Evropa. Síðani kom FC Suðuroy, TB, EB/Streymur og AB at stríðast fyri at yvirliva.

Eg eri ikki ósamdur í tí uppdeilingini, men tað er við fleiri fyrivarnum.

Topp 3:
B36, HB og Víkingur eru á pappírinum tey sterkastu. Her eru tó fleiri spurningar at seta sær. B36 er næstan tiltikið vánaligt árið eftir heimstaraheitið. Stendur tað við? HB hevur umskipað miðvøllin, meðan tað er óvist við lyklaspælarum sum Símun Samuelsen og Christiani R. Mouritsen. Víkingur hevur verið javnt gott seinnu árini, men tað hevur ikki verið nokk til FM. Hví skal tað broytast til í ár, tá Hallur Hansson er vekk, meðan ongin er komin í hansara stað?

Av gomlum vana sigi eg HB sum FM vinnari. So Víkingur og B36.

Miðjan:
NSÍ er áleið líka sterkt sum í fjør, meðan ÍF og KÍ hava styrkt seg. Einasti kendi faktorurin er NSÍ, meðan KÍ og ÍF kann blíva alt frá einum FM avbjóðara til ???síggja komandi ár???. Serliga KÍ er torført at spáa um, tí Páll Klettskarð avrikar ójvant við skadda fótinum, meðan vit ikki kenna veruligu styrkina hjá Kenan Hajdarevic. ÍF er sterkt framrættað, meðan tað verjukenda sær minni gott út.

Eg velji at trúgva upp á KÍ, síðani NSÍ og so ÍF.

Botnurin:
Her hava vit so uppflytarnar, TB og FC Suðuroy, umframt AB og nýggja liðið hjá EB/Streymi. Eg havi sæð AB ment seg til eitt felag, sum við tíðini verður ein gróðurfestur partur av Effo-deildini í framtíðini. Eg trúgvi eisini, at argjamenn yvirliva í ár. Ikki tí teir sum so eru nógv sterkari enn í fjør. Heldur er tað tí, at eg síggi ikki tvey av hinum trimum liðnum fáa fleiri stig enn AB í verandi líki.

Av hinum trimum liðnum, havi eg sent FC Suðuroy og TB niðuraftur. FC Suðuroy hevur gjørt alt rætt, við at statsa upp á styrkin frá byrjan, og ikki í summarferiuni, tá tað mangan er ov seint. Men eg má siga, at eg havi ilt við at síggja liðið leggja tvey onnur undir seg.

TB, við Páll H. Guðlaugsson á odda, verða ikki nakar lættur bitið at svølgja hjá móstøðuliðunum, men har eru nógvir ókendir faktorar, sum gera at eg ikki hava teir røttu megin niðurflytingarstrikuna. Hevði tú lagt eitt nú Poul Ingason og eina ???Høgna Madsen??? afturat, so hevði eg nokk sagt nakað annað.

Eftir er so EB/Streymur. Teir eru beint nú ikki eitt betri lið enn TB og FC Suðuroy, men eg síggi teir sum tað liðið av hesum trimum, ið kann styrkja seg mest í leypi av kappingarárinum. Marni Djurhuus og Egil á Bø hava framvegis spæliloyvini í felagnum, meðan eg loyvi mær at ivast í, um ikki onkur fíggjarligur stuðul hevur í sinni at traðka til, um tað stendur illa til í summar. Feagið hevur leigað teir spælarar úr B36. Kanska onkir aðrir gera tað sama?

Endaliga støðan:
1.HB
2.Víkingur
3.B36
4.KÍ
5.NSÍ
6.ÍF
7.AB
8.EB/Streym
9.TB
10.FC Suðuroy

Leivur Frederiksen tippar 2. umfar:
NSÍ - EB/Streymur 1
ÍF - HB 2
B36 - Víkingur X
AB - TB 1
KÍ - FC Suðuroy 1

Jákup ??sá tippar 2. umfar:
NSÍ - EB/Streymur 1
AB - TB 1
ÍF - HB 2
B36 - Víkingur X
KÍ - FC Suðuroy 1

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder