Ítróttur

Tróndur metir um 3. umfar í EFFO-deildini

...

2016-03-19 09:49 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
FSF: Tróndur Arge, ítróttarredaktørur í Miðlahúsinum, metir her um dystirnar í 3. umfar í EFFO-deildini, sum verður spælt um vikuskifti.

Fýra fyri seg

Tað eru fýra lið, sum kunnu vinna FM. Restin er í einum bólki fyri seg, har summi hava størri møguleikar enn onnur. Í vikuni helt borgarstjórin í Runavík, Torbjørn Jacobsen, fyri at NSÍ fór at vinna FM. Tað er eg ikki so ósamdur í, tá eg sá teir vinna á KÍ. Ivamálið er um breiddin á hópinum og verjan røkka til.

B36 hevur besti kortini á hondini, men eg havi sæð nøkur tekin um at favorittleikluturin byrjar at ávirka spælið. Á Skála tóktist B36 halda, at teir fóru at vinna ein lættan sigur, men blivu taklaðir í royndini. Tað vóru teir ikki til reiðar til, og vit sóu eitt B36 lið, sum bleiv frustrerað og slepti spæliætlanini.

HB hevur tikið øll á bóli, soleiðis nøkunlund. HB fór ongantíð at detta heilt niður í millum, men tey eru fleiri, sum hava sett spurningar við Jan Dam og nýggja HB-liðið. Tað ger tey ikki longur. Fyrst og fremt, tí Jan Dam hevur funnið ein spæliætlan, sum tykist rigga, og fyri tað næsta tí spælarar sum Ári Mohr Jónsson, Fróði Benjaminsen og ??ssur Dalbúð eru lagdir afturat, meðan ungir spælarar sum Ari Mohr Olsen(B71) og Teit Jacobsen hava tikið av møguleikanum.

Fjórði FM kandidaturin er so Víkingur, sum síðani 2008 ikki hevur verið í FM stíðnum til tað seinasta. Hví skal tað verða øðrvísi í ár? Kanska Sámal Erik Hentze kann ganda? Tað hevur hann gjørt fyrr, men eg ivist.

Hini
Bæði í fjør, og higartil í ár, so skal minst eitt topp fýra lið til at fáa gongd í ein fótbóltsdyst í Føroyum. Tað sigur mær so mikið, sum at hini seks liðini eru væl undir fýra teimum ovastu. Undantakið er KÍ, sum bara var ein sigur frá at yvirhála HB. Tó var KÍ liðið so skrekkiliga vánaligt móti NSÍ, at eg ikki dugi at síggja KÍ geva hinum fýra ein skarpan gang hesaferð ??? uttan at formkurvan blívur betri ??? takes one to know one!

ÍF er eitt ókomplett lið, sum spældi næstan sum 1.deildarlið móti AB. Teir vóru væl við móti B36, men tá ÍF ikki klára at spæla við tempo móti botnliðnum, so ivist eg í um teir fáa tey stigini, sum skulu til at nærkast Evropa.

AB hevur eitt mál í ár, og tað yvirliving. Alt ov stór útskifting og liðið er ikki sett rætt saman. Millum annað ov nógvir ungir spælarar á fremstu plássunum. Trygvi Mortensen hevur tó fatur í hópinum, og tað kann blíva bjargingini. TB dugi eg so illa at meta um, tí har er nýggjur venjari og fleiri ókendir spælarar í føroyskum høpi. Gleði meg at síggja teir spæla.

Eg havi skriðað mær í nakkanum hví so nógv trúgva upp á Skála. Tað fekk eg so sjón fyri søgn í dysitnum móti B36. Stríðsandin er í topp og teir hava eina spæliætlan ??? ella revsiætlan ??? og hon riggaði til UG.

B68 er tunt, men við fleiri útlendskum spælarunum, so er breiddin um at verða har. Tá so Hákun Edmunddson er komin afturat, so hav teir avgjørt ein kjans. Ája, so er tað eisini hasin har venjarin??? Páll H. Guðlaugsson! Hann skal nokk fáa nakað burtuúr hasum hópinum.

Nú havi eg fingið tvey umfør at peila av, áðrenn eg skal tippa stigatalvuna fyri 2016. Tað skuldi verið ein stórur fyrimunur, men avbjóðingin er ikki at taka forskort upp á alt árið eftir tveimum umførum. Støðubroytingin hjá HB er sjálvandi broytt, men eg fari ikki at fylgja ávaringarlampunum í millum annað B36 ella sigrinum hjá Skála, men halda meg til tað, sum eg kom fram til undan kappingarárinum.

1.B36
2.HB
3.NSÍ
4.Víkingur
5.KÍ
6.ÍF
7.TB
8.AB
9.B68
10.Skála

3. umfar

NSÍ ??? Skála 1
Eg havi longu fingið slagsíðu á tippi-stigatalvuni, so hetta umfarið farið eg at halda meg til tað upplagda. NSÍ er favorittur og spældi væl í Klaksvík. Teir eru neyvari enn B36 í løtuni, og tí vænti eg ikki, at Skála klárar at vinna kommunuuppgerðina. Vænti heimaliðið kann skorað upp til 4-5 mál, um teir fáa hol á, men helst ein 3-1 ish sigur. Skála, ja teir prógvaðu vist nokk, at teir hava uppiborið ein betri meting, men akkurát er NSÍ er væl stillað til Skála.

ÍF ??? Víkingur 2
Víkingur vinnur altíð í Fløtugerði, so tað haldi eg meg til. Mær lystir at vita hvør hjá ÍF skal renna, halda, og skumpa Andreas Lava Olsen? ÍF liðið hevur góðar framrættaðar kreftir, men tað er ikki nokk til at knúgva Víkingi, sum í størri mun er eitt komplett lið. Er tað ikki dystir sum hesar, har Filip Djordjevic er í essinum? Møguleikin hjá ÍF er Adeshina Lawal. 1-3

HB ??? KÍ 1
Eg kenni allar smutvegirnir, tá tú ikki orkar at renna, ella ikki hevur ferðina at gera nakað við bóltin, og tað helt eg meg síggja hjá alt ov nógvum KÍ spælarum móti NSÍ, sum spældi við orku og ferð.
Tað ger HB eisini, og tí vænti eg at HB rennur KÍ umkoll, um ikki gestirnir í Klaksvík gera onkra kollveltandi broyting. Fyri HB snýr tað seg um at taka øll fríspørk, málspørk og innkøst skjótt og stutt, og annars halda ferð á spælinum. Spælir KÍ líka illa sum í Klaksvík seinast, meðan HB fær sítt at rigga, so vinnur HB greitt. Vænti tó eitt broytt KÍ lið. 2-1 til HB

B68 ??? B36 2
Eg vænti at B68 hevur sæð dystin á Skála, og ger tað sama. Verja langt afturi á vøllinum, eru kontantir í nærdystunum og leypa á við fullari ferð. B36 skal halda seg til tað, sum teir eru góðir til. Tað er ikki at gýppa og sparka langt, bara tí hárfagri Jógvan Skeel Nolsøe er høgur og kraftmikil.
Eg eri als ikki vísur í B36 sigrinum, men um Eyðun Klakstein spælir kortini rætt í vikuni, og fyrireikar spælararnar upp á hørðu mótstøðuna, so B36 ov gott til ikki at vinna. 0-2

TB ??? AB 1
TB hevur spælt tveir javnar higartil og tað kanska eisini mest sannlíka úrsitið, men AB hevði ikki ein ordiligan møguleika móti ÍF. Álopið hjá AB er ein trupulleiki, tí teir eru ungir og ikki samanspældir. Tí vænti eg, at TB næstan bara skal skora tað eina málið, fyri at vinna.
Hinvegin, so hevur Patrik Johannesen skotið týdninarmikil mál við Stórá fyrr ??? men tá fyri TB. Hann er saman við Heðini Stenberg besta boðið upp á eitt AB mál. 1-0

Leivur Frederiksen tippar 3. umfar
NSÍ - Skála 1
HB - KÍ 2
ÍF - Víkingur 2
TB - AB 1
B68 - B36 2

Jákup ??sá tippar 3. umfar
B68 - B36 2
TB - AB 1
NSÍ - Skála 1
ÍF - Víkingur 2
HB - KÍ 1

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder