Ítróttur

Tróndur Jensen fyri Róald Jakobsen

...

2016-03-18 08:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FSF: Róaldur Jakobsen hevur givið avboð til landsdystin móti Liktinstein. Í staðin hevur Lars Olsen sent boð eftir Tróndi Jensen úr HB.

- Hetta vóru góð boð at fáa. Nú ræður um at taka av møguleikanum, so tað ikki bara verður til hendan eina dystin, sigur Tróndur Jensen, nýklæktur landsliðsleikari.


Mánadagin 28. mars skal føroyska A-landsliðið við monnum í eldin aftur, tá Liktinstein tekur ímóti í venjingardysti á Marbella Football Stadion í suðurspania.

Men til dystin móti Liktinstein verður Lars Olsen, landsliðsvenjari, noyddur at síggja burtur frá Róaldi Jakobsen, ið annars hevur verið fastur maður í hópinum seinastu dystirnar. Í staðin hevur venjarin sent boð eftir Tróndi Jensen úr HB.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder