Vinna

Tróndur í Gøtu skal landa sild á Tvøroyri

...

2015-10-20 19:26 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Tróndur í Gøtu fór í nátt at sigla inn av feltinum norðanfyri við 1.400 tonsum av sild.

JN.fo tosaði umborð fyri løtu síðan - tað er gott veður norðanfyri og nógv sild at síggja. Tróndur skal landa á Tvøroyri mikumorgunin, tá ið Finnur Fríði er liðugur at landa. 

Sildin er bæði stór og góð, støddin liggur m 380 gramm.

Tróndur fer fyrst á Fuglafjørð at skifta trol, teir verða á Fuglafirði um 20-tíðina í kvøld, so verður farið á Tvøroyri, har teir landa í morgin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder