2015-09-29 22:01
Tróndur í Gøtu fór at sigla inn í gjárkvøldið við 950 tonsum av sild, sum teir skulu landa til Varðin Pelagic á Tvøroyri.
JN.fo tosaði umborð fyri løtu siðan, tað er góð sild teir hava, støddin liggur um 380-390 gramm.
Tróndur verður á Tvøroyri seint í kvøld ella tíðliga í nátt.
Í løtuni landar Jupiter á Tvøroyri, teir verða helst liðnir um middagin í morgin, tá sleppir Tróndur framat.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald