2017-01-09 07:13
Tróndur í Gøtu kemur á Tvøroyri um 10-tíðina í morgun við 1.500 tonsum av makreli, sum teir skulu landa til Varðin Pelagic.
Tróndur hevur fiskað í ES-sjógvi, tætt vestur úr Hetlandi. Har er nógvur makrelur at fáa - Tróndur gjørdi 3 tov.
Fram er eisini ávegis til Føroyar við makrellast, teir skulu landa til Pelagos í Fuglafirði, Fram hevur 450 tons.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald