Tróndur í Gøtu siglir til Ísland við fullari last av svartkjafti, sum teir hava fiskað sunnanfyri í føroyskum sjógvi, teir hava uml. 2.750 tons, sum teir skulu landa til Lodnuvinnsluna á Fáskrúðsfirði, teir verða á Fáskrúðsfirði fyrrapartin í morgin.
Vit á JN.fo tosaðu umborð fyri løtu síðan, teir søgdu, at støddin á svartkjaftinum, sum skipini fingu har suðuri var brúkbar - Finnur Fríði, Jupiter og Norðingur vóru um somu leið sum Tróndur, har eru eisini nøkur russisk skip.
Tey íslendsku skipini royna beint eystur úr Fugloynni, heilt uppat norska markinum.
Næraberg fór í gjár vestur ímóti íslendska markinum, men vit hava ikki frætt frrá teimum, hvussu gongst har.
Hjá teimum flestu skipunum er svartkjaftakvotan uppe, ella við at verða fiskað. Men tað frættist at Fiskimálaráðið møguliga í morgin fer at økja kvotuna við 20.000 tonsum, um tað fer á uppboðssølu ella ikki, tað vita vit ikki enn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald