Vinna

Tróndur í Gøtu siglur heim eftir roktúr

...

2017-01-14 21:02 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tróndur í Gøtu loysti gjáramorgunin um 7 tíðina, og siglur longu heim aftur, teir landa á Tvøroyri til Varðan Pelagic.

Tróndur í Gøtu hevur henda túrin roynt eftir makreli vestan fyri Hetland, og gjørdu teir skjótt av. Tróndur í Gøtu gjørdi 3 hál og fingu 1600 tons av makreli. Støddin er hampulig verður sagt.

Teir verða inni um 4 tíðina í nátt, og byrja beinavegin at landa til Varðan Pelagic. 

Enn er óvist hvat teir fara at royna eftir næsta túr.

Les eisini: Ruth gjørdi skjótt av - eru longu á veg til Kollafjarðar

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder