2017-09-25 21:03
Tróndur í Gøtu siglir inn við 1.150 tonsum av makreli, sum teir hava fiskað saman við Búgvanum. Tróndur í Gøtu sleppir ikki framat at landa fyrrenn eftir middag mikudagin, teir skulu landa til Pelagos.
Vit á JN.fo tosaðu umborð í kvøld, teir eru komnir hálvan vegin til Føroyar og fóru nú at seta fartin niður, tí kølingin er betri úti á sjónum, heldur enn at liggja við bryggju í Fuglafirði.
Støddin er góð á makrelinum - uml. 420 gramm.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald