2015-09-09 14:47
Tróndur í Gøtu siglir í løtuni inn við 500 tonsum av makreli. Teir landa henda túrin til Varðan Pelagic, í løtuni landar Finnur Fríði á Tvøroyri, men teir umborð á Tróndur í Gøtu vænta, at teir sleppa framat beinavegin teir koma at bryggju á Tvøroyri, um middagsleitið.
Tá JN.fo tosaði umborð fyri løtu síðani, søgdu teir, at tað er góður makrelur ið teir hava umborð, vektin á makrelinum er væl omanfyri 400 gramm.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald