Vinna

Tróndur í Gøtu siglir inn við 900 tonsum

...

2015-08-30 19:31 Author image
placeholder

 Tróndur í Gøtu fór í morgun at sigla inn av feltinum norðanfyri við 900 tonsum av makreli, sum teir skulu landa til Varðin Pelagic á Tvøroyri.

Tróndur hevur roynt í føroyskum sjógvi norðanfyri á uml. 64N.

JN.fo tosaði umborð fyri løtu síðan, teir siga at tað er góður makrelur teir hava, støddin liggur um 390 gramm.

Tróndur í Gøtu verður á Tvøroyri um 22-tíðina í kvøld.

Tað er gott veður á leiðini norðanfyri.

Nøkur av skipunum royna í altjóða sjógvi heilt norðuri á 67N og 4V, har eru eisini fleiri íslendsk skip og uppaftur fleiri russisk.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder