Vinna

Trondur í Gøtu siglir inn við 1.350 tonsum av makreli

...

2015-10-03 22:50 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Tróndur í Gøtu fór í morgun at sigla inn við 1.350 tonsum av makreli, sum teir skulu landa til Varðin Pelagic á Tvøroyri, Tróndur verður á Tvøroyri kl. 4 í nátt.

JN.fo tosaði umborð fyri løtu síðan. Tað er góður makrelur teir koma við úr 400 uppí 440 gramm. Tað var eisini nógv at síggja í morgum, tá ið teir fóru at sigla.

Tey føroysku skipini er nú øll í føroyskum sjógvi, tvey skip gjørdu eitt rend í altjóða sjógv, men tey eru komin suður aftur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder