2017-02-01 14:09
Tróndur í Gøtu, sum hevur roynt eftir svartkjafti sunnast í føroyskum sjógvi, siglir inn fullfermdur, teir hava uml. 2.600 tons, sum teir skulu landa til Havsbrún í Fuglafirði.
Tróndur verður á Fuglafirði um gott 18-tíðina í kvøld.
Vit á JN.fo tosaðu umborð fyri løtu síðan, teir søgdu, at tað var góður svartkjaftur skipini fingu sunnanfyri, har vóru tey føroysku skipini - Fagraberg, Norðingur og Christian í Grótinum, eisini er okkurt russiskt skip har suðuri. Eini tvey av russisku skipunum royna vestur úr Mykinesi.
Veðrið hevur verið gott á leiðini sunnanfyri teir seinastu dagarnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald