2013-07-14 17:10
Tróndur í Gøtu er á veg á Tvøroyri við 460 tonsum til Varðan Pelagic.
70% av veiðuni er makrelur og restin er sild.
Roknað verður við, at Tróndur í Gøtu verður á Tvøroyri kl. 14.00.
Saksaberg, sum byrjaði at landa 150 tons av makreli leygardagin kl. 18.00, varð liðugur at landa sunnunáttina og er farin til fiskiskap aftur norðan fyri Føroyar.
Kelda: www.sudurras.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald