2015-11-07 15:33
Tróndur í Gøtu og Slættaberg komu á Fuglafjørð tíðliga í morgun, har teir skulu landa svartkjaft til Havsbrún.
Tróndur byrjaði at landa kl. 6 í morgun, teir hava 800 tons, aftaná skal Slættaberg landa, Slættaberg hevur 300 tons. Veðrið gjørdist so ólagaligt í gjárkvøldið, at teir valdu at fara inn at landa. Tróndur fer nýggjan túr seinnapartin í dag.
Bæði skipini byrjaðu túrin sunnanfyri, men tá íð tað frættist, at íslendingar fingu svartkjaft beint vestur úr føroyska markinum, so fóru teir á leiðina vestanfyri, men í føroyskum sjóøkið. Har royndu eisini tvey íslendsk skip - Børkur og Venus - teir fóru eisini inn í gjárkvøldið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald