2015-02-09 20:12
![placeholder](https://jn.fo/css/img/banner2x1.png)
Tróndur í Gøtu kemur á Fuglafjørð tíðliga seinnapartin við 2.200 tons av svartkjafti, sum er fiskaður í føroyskum sjógvi - eystur ímóti markinum við Hetland.
Mikudagin kemur norska skipið Havsker á Fuglafjørð við 1.950 tonsum, sum teir hava fiskað vestur úr Írlandi.
Jupiter er júst liðugur at landa í Fuglafirði, so Tróndur eigur tørn næst, teir byrja at landa Trónda seint í kvøld, verður sagt av Havsbrún.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald