2015-08-21 19:51
Tróndur í Gøtu siglir í løtuni inn við 900 tonsum. Við JN.fo, verður sagt, at tað er góður makrelur ið teir hava umborð. Vektin á makrelinum liggur um 410 gramm.
Tróndur í Gøtu hevur fiskað norð móti altjóða markinum norðanfyri, sum er norð móti 65°, men teir hava eisini leita víða um.
Tróndur í Gøtu ger ein stuttan steðg á Fuglafirði, har teir skulu orna nøkur ting, áðrenn teir landa til Varðan Pelagic.
Hetta er fyrsta makrellastin, sum verður landa til Varðan Pelagic, síðani makrel tíðin byrjaði aftur.
Tróndur verður á Tvøroyri um 21-tíðina í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald