2015-04-27 11:21
Tróndur í Gøtu kom á Tvøroyri seint í nátt við 1.300 tonsum av svartkjafti, sum verður landaður til Varðin Pelagic. Tróndur hevur roynt sunnanfyri og setti í gjárkvøldið kós móti landi, tað var nógvur vindur beint ímóti á leiðini inn. Tróndur sleppir framat at landa beinanvegin í morgun.
Tummas T., sum um vikuskiftið hevur landað á Tvøroyri, loysti um 22-tíðina í gjárkvøldið, teir fóru aftur á svartkjaftaveiðu. Tummas T. hevði skrætt trolið, so teir fingu nýtt trol frá Vónini, ímeðan teir lógu á Tvøroyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald