2016-02-01 16:33
Tróndur í Gøtu, sum hevur fiskað makrel saman við Vesturtúgvu í ES-sjógvi, kemur á Tvøroyri um 14-tíðina í dag við 1.400 tonsum av makreli, sum verður landaður til Varðin Pelagic.
Teir hava roynt norður úr Hebridinum, har tvey onnur føroysk pør eisini hava roynt.
Vit á JN.fo tosaðu umborð á Trónda í Gøtu fyri løtu síðan, teir søgdu, at tað var nógvur svartkjaftur at síggja á leiðini, har teir royndu.
Veðrið var hampuligt í morgun, teir høvdu lotið undan, vindferðin lá um 18 m/sek. -- ættin var útsynningur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald