2015-10-31 04:18
Tróndur í Gøtu kemur á Tvøroyri kl. 3 í nátt við 750 tonsum av makreli, sum er fiskaður í ES-sjógvi, tætt suður úr Hetlandi, støddin á makrelinum er góð.
Í løtuni landar Jupiter til Varðin Pelagic á Tvøroyri, teir verða liðnir á middegi í morgin og tá sleppir Tróndur í Gøtu framat.
Tróndur fór at sigla tíðliga í morgun, tað hevur verið gott veður á leiðini sunnanfyri.
Finnur Fríði kom á fiskileið suður úr Hetlandi í dag, teir fiska eisini makrel.
Norðborg og Fagraberg eru norðanfyri til sildafiskiskap, har er danska skipið Isafold og eini tvey íslendsk skip. Hini føroysku skipini eru inni og landa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald