Vinna

Tróndur í Gøtu kemur á Fuglafjørð við 2.600 tonsum

...

2015-03-25 03:55 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Tróndur í Gøtu kemur á Fuglafjørð um 9-tíðina í morgin (mikumorgunin) við 2.600 tonsum av svartkjafti, sum teir skulu landa til Havsbrún.

Tróndur hevur fiskað svartkjaftin vestur úr Írlandi og tað seinasta sunnast í føroyskum sjógvi. 

JN.fo tosaði umborð fyri løtu síðan, teir hava havt gott veður hendan túri og veðrið í kvøld er eisini gott. Teir vistu at siga frá, at 4 føroysk skip royna vestur úr Hebridinum, teir høvdu hampuligan fiskiskap og støddin á svartkjaftinum var fragari enn longuri suðuri - Føroysku skipini á leiðini vestur úr Hebridinum eru: Næraberg, Jupiter, Fagraberg og Christian í Grótinum - Vestur úr Írlandi eru Finnur Fríði og Tummas T.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder