2017-08-29 08:10
Tróndur í Gøtu siglir inn við 350 tonsum av makreli, sum teir fingu í einum háli.
Vit tosaðu umborð fyri løtu síðan, teir skulu landa til Pelagos í Fuglafirði og verða væntandi á Fuglafirði um 4-5. tíðina seinnapartin.
Tróndur gjørdi bara eitt tov, so øtlaði hann veðrið, teir valdu tí at koma inn. Tað er fríkst lot á leiðini í morgun, ættin er útsynningur og vindferðin liggur um 20-25m/sek.
Skipini hava øll roynt norðast í føroyskum sjógvi, heilt norður ímóti altjóða markinum, men fleiri eru nú komin longur suður at royna og eru nú á uml. 64,5N og 6V.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald