2017-03-05 22:20
Tróndur í Gøtu kemur á Fuglafjørð tíðliga í nátt við útvið 2.800 tonsum av svartkjafti, sum teir skulu landa til Havsbrún í Fuglafirði.
Tróndur hevur verið í altjóða sjógvi góðar 200 fj. vestur úr Írlandi, heimferðin hevur tikið 2½ døgn.
Vit á JN.fo tosaðu umborð á Trónda í kvøld, teir siga, at tað var nógvur svartkjaftur á leiðini har teir royndu, Tróndur gjørdi 5 tov har teir fingu frá 500 uppí 750 tons í hvørjum tovi.
Tá íð liðugt er at landa fara teir beinleiðis aftur til fiskiskap.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald