2019-03-02 10:44

Tróndur í Gøtu, sum hevur roynt eftir svartkjafti í altjóða sjógvi góðar 200 fj. vestur úr Írlandi, kemur á Fuglafjørð seint í kvøld við 2.450 tonsum, sum teir skulu landa til Havsbrún í Fuglafirði.
Vit á JN.fo tosaðu umborð fyri løtu síðan, teir vóru tá staddir eystur av Føroya Banka, teir høvdu fínasta veður, sagt varð, at tá teir truffu við, var nógv at síggja.
Har sum Tróndur royndi vóru føroysk, russisk, íslendsk og norsk skip.
Teir rokna við, at sleppa at landa týskvøldið, Høgaberg er júst liðugur at landa, teir eru farnir nýggjan túr, so skulu Finnur Fríði, Arctic Voyager og Norðingur landa áðrenn Tróndur í Gøtu sleppir framat.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald