2015-10-27 03:52
Tróndur í Gøtu, sum hevur verið í ES-sjógvi fór at sigla heim í nátt við 850 tonsum av makreli, sum teir skulu landa á Tvøroyri, teir verða á Tvøroyri um 16-17-tíðina í morgin.
Tróndur hevur roynt einar 30 fj. eystur úr Orknoyggjunum, á uml. 59N og 1,2V, har er Slættaberg eisini staddur, somuleiðis kenningarnir Father Mckee og Brendelen, sum plaga at landa í Fuglafirði.
Tá ið vit tosaðu umborð á Trónda í Gøtu í kvøld, søgdu teir at veðrið var av tí fagrasta, og at veðrið kom at verða gott allan morgindagin eisini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald