Vinna

Tróndur í Gøtu hevur fiskað kvotuna teir høvdu í ES-sjógvi

...

2019-03-30 10:32 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Tróndur í Gøtu, sum hevur verið á svartkjaftaveiðu í ES-sjógvi vestur úr Írlandi fór í gjárkvøldið at sigla heim, teir hava umleið 1.900 tons og eru liðnir við svartkjaftakvotuna teir høvdu í ES-sjógvi.

Vit hava fyri løtu síðan tosað umborð, teir eru 13 mans við hendan túrin, veðrið er gott á leiðini, men hevur verið ólagaligt hendan túrin.

Teir fara at leitað í føroyskum sjógvi áðrenn teir koma innn at landa, tí er enn ikki greitt, nær teir koma á Fuglafjørð.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder