2016-08-26 22:50
Tróndur í Gøtu fór í kvøld at sigla inn av makrelfeltinum norðanfyri, teir hava 730 tons, sum teir skulu landa á Tvøroyri, teir verða á Tvøroyri um 16-tíðina í morgin.
Vit á JN.fo tosaðu umborð í kvøld, teir søgdu, at tað sá út til, at fiskiskapurin batnaði nú, allir teir føroysku bátarnir uttan Fagraberg lógu í føroyskum sjógvi á uml. 64,35 N og 2 W, Fagraberg er í kvøld staddur norðanfyri í altjóða sjógvi, har nógv russisk skip royna.
Veðrið var av tí allar fagrasta í kvøld, sagt verður eisini frá góðum veðri í morgin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald