Vinna

Tróndur í Gøtu er júst nú komin á Tvøroyri við 1.050 tonsum

...

2016-02-05 19:22 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Tróndur í Gøtu kom á Tvøroyri fyri lítlari løtu síðan, við 1.050 tonsum av makreli, sum teir hava fiskað saman við Beinisvørð í ES-sjógvi, tætt norður úr Hibiridinum.

Vit á JN.fo tosaðu umborð tá ið teir silgdu inn á Tvøroyri, tað er góður makrelur, støddin er eisini betri, enn hon hevur verið, segði skiparin á Trónda í Gøtu, hann legði afturat, at nógv var at síggja.

Veiðan verður landað til Varðin Pelagic.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder