Vinna

Tróndur í Gøtu er fullur undir lúkurnar

...

2015-12-02 16:39 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Tróndur í Gøtu fór í nátt at sigla inn - fullur undir lúkurnar.

JN.fo tosaði umborð í morgun, teir rokna við at hava uml. 2.900 tons, Tróndur verður á Fuglafirði seinnapartin, men teir sleppa ikki framat at landa fyrrenn seint hósdagin. Í løtuni landar Christian í Grótinum, teir verða liðnir á middegi, tá eigur Finnur Fríði tørn og so sleppir Tróndur framat.

Annars var óveður á feltinum norðanfyri í nátt, veðrið batnaði í dimmalættingini nú í morgun.

3 føroysk skip eru á feltinum í morgun, tey eru: Jupiter, Fagraberg og Slættaberg. Norðborg, sum eisini hevur verið á svartkjaftinum, ger í nakrar dagar kanningar fyri Havstovuna, teir leita eftir sild longuri norðuri í føroyskum sjógvi.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder