2019-01-16 16:40

Svartkjaftaskipini - Tróndur í Gøtu, Arctic Voyager og Jupiter - sum hava roynt sunnanfyri, hava øll sett kós á Føroyar, tey skulu landa til Havsbrún í Fuglafirði.
Vit hava tosað umborð á Trónda og Jupiter, teir høvdu hampuligt veður í dag, tó lotaði ímóti.
Tróndur í Gøtu hevur 2.400 tons, teir verða á Fuglafirði mitt í nátt og sleppa at landa tá ið Norðingur er liðugur í morgin, Norðingur hevði 1.850 tons.
Arctic Voyager hevur umleið 1.700 tons, teir sleppa at landa fríggjadagin, Arctic Voyager verður eisini inni mitt í nátt.
Jupiter hevur 2.000 tons, teir verða inni fyrrapartin í morgin, Jupiter hevur 2.000 tons, teir sleppa at landa leygardagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald