2016-02-22 03:53
Tróndur í Gøtu og Fagraberg sum báðir hava verið til lodnufiskiskap útfyri Suður- Eysturlandinum, hava í kvøld sett kós móti Føroyum.
Tróndur í Gøtu hevur 600 tons, teir skulu landa til Varðin Pelagic á Tvøroyri
Fagraberg hevur 700 tons, teir skulu landa til Pelagos í Fuglafirði.
Báðir verða teir heima um 18-tíðina í morgin.
Í kvøld hevur Finnur Fríði loyst av Fuglafirði, har teir hava bunkrað, teir hava sett kós aftur til Íslands, har teir fara at fiska lodnu - Finnur Fríði hevur landa lodnu á Tvøroyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald