Ítróttur

Trøllkonufingur: Nú verður bíðað eftir góðum líkundum

...

2016-07-22 10:10 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Vit hava í morgun tosað við Absalon Eysturoy, sum saman við trimum monnum frá New Zelandi hava ætlanir um at klintra upp í Trøllkonufingur - á ytru síðu á fingrinum.

Teir byrjaðu í gjár, men veðurlíkindini vórðu ikki heilt til vildar, tað gjørdist vátt, og nógv vata kom úr berginum, so tá ið teir vóru komnir einar 65 metrar upp, avgjørdu teir at gevast.

Absalon Eysturoy segði í morgun, at túrurin í gjár gekk væl, teir hava gjørt onkrar kanningar, sum teir kunnu brúka, tá ið teir fara at royna aftur.

Roknast kann við, at túrurin upp kemur at taka 2-3 døgn, teir hava útgerð við, soleiðis at teir kunnu sova í berginum - tað eru sokallaði "Flytiból", sum verða hongd í bergið.

Veðurforsøgnin er ikki tann besta, men seinnapartin í komandi viku sær kanska út til, at tað fara at verða líkindir.


Túrurin í gjár - les HER:

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder