JN

Trøllkonufingur í liðinum brast

...

2016-03-06 18:20 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Fyri nøkrum døgum síðan hevur eitt hampuliga stórt omanlop verið tætt vestanfyri Trøllkonufingur - ella beint undir Flesjaskorum, sum er millum Klovning og Trøllkonufingur - eisini nevnt Yviri í Støð.

Ei undur var í:

 Í Tróndargjógv undir Borðoyarlíð 

lá Tróndur og rembdist, hann spenti so fast,

 at Trøllkonufingur í liðinum brast, 

og Kellingin datt, hon stóð tó so trygt,

 :,: og Risin fekk gikt. :,: 

Lopið hevur verið fyri nøkrum vikum síðan, ein segði okkum, at tann 13. februar ansaði hann eftir lopinum.

Vit tóku hesar myndirnar í dag.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder