Í fyrsta ársfjórðini 2017 vóru árstíðarjavnaðu lønirnar 2.212 milliónir. Hetta eru 41 fleiri enn fjórði ársfjórðingur 2016 og yvir 100 milliónir meira enn hinir ársfjórðingarnir í 2016. Tað er serliga stór framgongd í byggivinnuni, alivinnuni og í skipasmiðjum og smiðjum. Seinastu mongu árini hava pensjónistarnir havt stóra framgongd, og nú ber veruliga til at siga, at pensjónistarnir eru ein týðandi partur av arbeiðsstyrkini.
Byggivinnan fer dundrandi avstað
Lønirnar eftir vinnugrein eru ikki árstíðarjavnaðar, so her verður árið higartil samanborið við sama tíðarskeið árini frammanundan.
Í fyrsta ársfjórðingi vóru lønirnar 2.145 milliónir, 124 fleiri enn sama tíðarskeið í fjør. Vøksturin er 6,1% Hetta er triðja árið í slag at vøksturin fyrsta ársjóðring er stórur. Undanfarnu tvey árini var vøksturin millum 7,5 og 8,8%. Frá 2008 til 2014 var vøksturin væl minni, og nøkur ár enntá negativur.
Tað er framgongd í øllum høvuðsvinnubólkum, men í byggivinnuni er serstakliga stór framgongd. Fyrsta ársfjórðing rindaði byggivinnan 292 milliónir í lønum, 34 fleiri enn sama tíðarskeið í fjør. Framgongdin er 13,3%. Byggivinnan var hart rakt av fíggjarkreppuni, men seinastu fýra árini hevur tað verið stór framgongd. Frá 2014 til 2016 um 10% og í ár yvir 13%.
Fleiri vinnugreinar stóra framgongd, aðrar afturgongd
Fyrsta ársfjórðing í ár var at kalla framgongd í øllum vinnugreinum, samanborðið við sama ársfjórðing í fjør.
Serliga stór var framgongdin í skipasmiðjum, aling og bygging, har framgongdi higartil í ár er millum 17 og 18%.
Fleiri tænastuvinnur hava eisini framgongd, um 10%, tað eru landsfyrisiting, vinnuligar tænastur, húshaldstænastur og fígging og trygging. Vinnuligar tænastur eru t.d. løgfrøði, grannskoðan og byggiráðgeving. Húshaldstænastur eru reingerð, hárfríðkan o.l.
Í nøkrum vinnugreinum er lítil afturgongd ella ongin broyting. Størst av hesum vinnugreinum er fiskiskapur, sum hevði áleið somu hýrur fyrsta ársfjórðing í ár samanborið við í fjør. Sjóflutningur og postur og fjarskifti høvdu bæði lítla minking, sjóflutningur minkaði 0,4%, og postur og fjarskifta høvdu eina minking upp á 3,8%.
Pensjónistarnir hava stemplað inn á arbeiðsmarknaðin
Bulurin í lønunum eru tey í aldrinum 25 til 66 ár sum vinna til dagsins breyð. Tey fáa 90% av samlaðu lønunum. Í hesum aldursbólkum er grundarlagið lagt til stóru framgongdina, men orsøkin til at framgongdin er yvir 6%, er parturin hjá teimum ungu og pensjónistunum. Í aldursbólkinum 16 til 24 ár eru higartil í ár útgoldnar 160 milliónir í lønum. Tað eru 15 fleiri enn í fjør, og vøksturin er 10%. Tey ungu vóru sera hart rakt av fíggjarkreppuni, men eru nú spakuliga við at vinna tað mista innaftur. Kortini eru lønirnar í fyrsta ársfjórðingi 2017 framvegis lægri enn í 2006 og 2007.
Penjsónistar hinvegin hava seinnu árini alsamt vunnið sær størri og størri lut í samlaðu lønunum. Síðan 2006 hevur vøksturin í lønunum hjá pensjónistum at kalla á hvørjum ári verið tvísiffraður. Okkurt árið enntá yvir 20%. Higartil í ár hava pensjónistar í aldursbólkinum 67 til 75 ár fingið 79 milliónir í lønum, 9 fleiri enn árið fyri, og vøksturin er 12,4%. Við gongdini seinastu tíggju árini sær tað út til, at pensjónistarnir av álvara hava stemplað inn á arbeiðsmarknaðin.
Stutt um árstíðarjavning og trendin
Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar.
Í trendinum er harumframt lagt upp fyri øðrum óreglusemi í mánaðarligu tølunum, og tá sæst tann undirliggjandi langtíðargongdin í lønunum.
Til ber at lesa meira um árstíðarjavning her
Video-grafikkur kann takast niður her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald