2021-06-29 11:31

Tríggir nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.
Í tveimum førum ber í løtuni ikki til at vita, hvør smittukeldan er, meðan tann eini persónurin er partur av kendari smittuketu.
1.118 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið. Tilsamans eru nú gjørdar 308.090 kanningar.
775 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 761 persónar eru staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.
Í løtuni eru 13 persónar smittaðir við koronu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald