Hagtøl yvir løntakarar býtt á kyn, aldur, vinnugreinar og sýslur eru nú tøk til og við januar 2015. Millum annað vísa nýggjastu tølini, at talið av løntakarum hevur verið støðugt vaksandi seinastu 12 mánaðirnar; 772 fleiri løntakarar vóru í januar í ár í mun til januar 2014. Trendurin (t.v.s. rættningurin ella kósin í langtíðargongdini, sí mynd) í talinum av løntakarum hevur verið óbroyttur seinasta árið. Sí fleiri tøl í hagtalsgrunninum.
(trýst á myndina, so hon gerst størri)
Stutt um árstíðarjavning og trendin
Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar.
Í trendinum er harumframt lagt upp fyri øðrum óreglusemi í mánaðarligu tølunum, og tá sæst tann undirliggjandi langtíðargongdin í løntakarunum.
Til ber at lesa meira um árstíðarjavning her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald