Seinastu 4 mánaðirnar í 2014 vóru lønarútgjaldingarnar hægri enn nakrantíð á í miðal 650 milliónir krónur. Seinastu árstíðarjavnaðu lønarútgjaldingarnar í januar vóru 630 milliónir krónur, og tað eru 25 milliónir kr. minni enn í desember. Tølini eru árstíðarjavnað, so lagt er upp fyri, at lønarútgjaldingarnar vanliga eru størri í desember enn í januar. Trendurin í tølunum er fallandi. Í løtuni er mánaðarliga broytingin 0,2%. Vit skulu aftur til juli 2013 fyri at síggja mánaðarliga broyting á 0,2%. Grundleggjandi munurin er tó, at í juli 2013 var trendurin vaksandi.
Sí nýggjastu hagtølini í hagtalsgrunninum.
(trýst á myndina, so hon gerst størri)
Stutt um árstíðarjavning og trend
Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar.
Í trendinum er harumframt lagt upp fyri øðrum óreglusemi í mánaðarligu tølunum, og tá sæst tann undirliggjandi langtíðargongdin í lønunum.
Kelda: hagstova.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald