Ítróttur

TREK MTB.fo liðið vann samlaða annaðplássið í stórari kapping

...

2016-03-01 12:19 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

 Hóast punktering á 4 teininum av Andalucia Bike Race 2016,eydnaðist tað føroyska parinum í TREK MTB.fo at berja seg fram á eitt triðjapláss í kappingini hendan dagin. Tað kravdi tó sítt, og sum dagin fyri, tá teyvunnu Buff kappingina fyri at vera skjótast á seinasta partinum av kappingini,noyddust tey at súkkla við rúkandi ferð oman og niðan tað ið eftir var. Hettaeydnaðist so mikið væl, at tey komu á mál sum triðskjótasta liðið og einansmistu smáar 8 minuttir til fremsta liðið, og vardu samlaða annaðplássið í 6daga kappingini.


Tað merktiskt tó á degi 5, har traðkið var tungt og undanbrekkurnar føldisttyngri enn nakrantíð fyrr. Starturin hendan dagin var sera sera harður, tá 15kmskuldu koyrast eftir fløtum og tað ræddi um at sita við í rætta bólkinum. Pariðvaldi at royna at sita við, fyri at halda frástøðu til hini mix-liðini, men tákomið var til fyrstu longu klintringina niðan gjøgnum eina grótrúgvu, tá vóru kreftirnarmest sum farnar undan. Helgi greiðir soleiðis frá.

???Tað var sum um onkur hevði stoypt mær betongskógvar ogkroyst bremsurnar hjá mær fastar. ??ansæð hvussu eg royndi at traðka, sospurdist ikki nógv burturúr. Eg sá fremsta mix-liðið fara undan, og eg beyt megí varrarnar fyri at halda á at traðka, hóast tað mest føldist sum eg rørdibeinini runt í budingi.???

Bara eitt var at gera, og tað var at leggja nýggjan taktikk.Fremsta liðið var farið undan, og tað gjørdist klárt, at tað var um at vera smartarienn hini liðini fyri at halda øðrum plássinum.

???Vit slakkaðu eitt sindur á og funnið stevið aftur. Eitttraðk fyri og annað eftir. Og tá vit so vóru komin um fyrstu klintringina oglógu millum hini mix-liðini, valdu vit at seta hart inn hvørjaferð vit komufram móti eini undankoyring, fyri at sleppa fyrst inn á sporið og undan hinum.Vit vóru sterkasta liðið omaneftir og á teimum teknisku sporunum.???

Soleiðis løgdu tey trýst á hini liðini og møddu tey gjøgnumteir báðar kappingardagarnar, ið vóru eftir. Tey lótu tey hava ánilsi av einumkjansi og høgdu so til, hvørja ferð ein møguleiki var fyri tí. Hetta troyttaðihini liðini meira enn TREK MTB.fo liðið, sum so við og við fekk meira orkuaftur. Endin var, at TREK MTB.fo vann annaðplássið á bæði 5. og 6. umfarið, ogsoleiðis gjørdist vinnari av øðrumplássinum í samlaðu kappingini av AndaluciaBike Race 2016. Ein av heimsins størstu stage race kappingum í fjallasúkkling.Saman við samlaða triðjaplássinum og einum stage win sum parið vann í líknandiog líka høgt mettari 6 daga stage race kapping í Swiss Epic í oktobur 2015,hevur parið fingið eina framúr góða byrjan í sínum stage race royndum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder