Ítróttur

TREK MTB.fo liðið vann fyrstu etapu av stóru kappingini Andalucia Bike Race

...

2016-02-22 15:05 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Lisette Rosenbeck Christensen, vinnari av Kring Føroyar hjá kvinnum í 2014, og Helgi Winther Olsen í 2016 hava teknað kappingarlisens gjøgnum Fjallasúkklufelagið MTB.fo í serskiltum stuðulsliðið TREK MTB.fo og tískil kappast fyri føroyska felagið í øllum kappingum tey súkkla. Bæði hava tey undanfarnu ár kappast fyri donsk úrvalslið heilt frammi í donsku elituni.


Í løtuni er liðið í Spania og súkklar stóra altjóða kapping. Hetta er ein sokallað Stage Race, har kappast verður hvønn dag í 6 dagar, og teinarnir hvønn dag eru millum 50 og 90km og súkklað verur uml 1500-2500hm hvønn dagin. Hetta er á fjallasúkklu og lendið er blandað asfalt, grúsvegir og smáar einrásir. Umframt at skula niðan so er tað kanska eisini serliga omankoyringarnar sum eru spesiellarfyri fjallasúkklingina. Tað er buldur og brak omaneftir og oftast eftir smáum rásum fyltar við grótið, svingum og øðrim góðum forðingum.

Á 50km prologinum í gjár gekst tað so mikið væl, at føroyska liðið gjørdist vinnari av kappingini í Mix bólkinum og nú liggur á odda í føraratroyggjuni undan 1. Etapu. Stage races í fjallasúkkling eru næstan altíð í tvímansliðum, og vanliga verður deilt upp í mans lið, kvinnu lið og mix-lið. Tað gekst sera væl og tað lá væl fyri hjá Helga og Lisette at halda høgari ferð allan vegin. Summar av klatringunum vóru sera brattar, og hetta er ikki sterkasta síðan hjá teimum báðum, tí tey eru beint tyngri enn summir av teimum smáu løttu suðureuropearunum tey kappast í móti. Men her struku tey bæði niðan. Og omaneftir vóru eingin onnur mix lið ið fingu sitið við.

Tíðin hjá teimum var uml. 2t 29min og nr 2 var 2 min eftir og nr 4 var 6 min eftir. Í dag er ein longri etapa og tá verður spennandi at síggja hvussu TREK MTB.fo liðið klárar seg.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder