2015-04-30 14:20
Fyrireikingarnar til stóru Transatlantisku konsertina í kvøld eru við at koma á mál. Í gjár vandi íslendski Gulli Briem saman við sínum bólki Earth Affair og føroysku gestatónleikarunum, so alt tað síðsta kom úppá pláss.
Gulli Briem er kendur úr íslendska superbólkinum Mezzoforte, og er hetta tí uttan iva eitt serligt høvið, hjá fleiri av føroysku gestatónleikarunum at fara á pall við einum av sínum gomlu tónleikahetjum.
Føroysku bólkarnir Sakaris og Hulda eru í toppformi og klár til at pumpa lív í fjøldina í Norðurlandahúsinum, meðan Orka í hesum umfari hevur fingið eitt heldur meira altjóða dám, nú oddamaðurin og tónasmiðurin í Orka Jens L. Thomsen hevur fingið enska trummuleikaran Francine Perry við sær. Hetta er síðsta konsertin í eini røð av konsertum hjá teimum báðum, so tey eru væl samanspæld.
Egil Barclay Hansen, Føroya fremsti ljósmaður, ið til dagligt starvast á Operaini í Keypmannahavn er eisini flogin til Føroyar til endamálið. Tveir av okkar allar bestu ljóðmonnum, Alexander Gaard og Jónas Bloch Danielsen standa fyri ljóðinum, so her verða allir sansir kýndir.
Tað verður eitt brak av eini konsert í Norðurlandahúsinum í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald