Politikkur

Tórsvøllur ??? ein luxusíløga

...

2016-06-18 08:54 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Hóskvøldið var málið um útbygging av vestaru síðu av Tórsvølli til viðgerðar í býráðnum, og ein meirluti samtykti hesa útbygging, sum fer at kosta tilsamans 98 milliónur ??? býttar ímillum FSF og Tórshavnar kommunu.

Hóast eg gleðist um ta útbygging, sum er gjørd av Tórsvølli seinastu árini, so eri eg harðliga ímóti, at Tórsvøllur enn einaferð verður raðfestur so frammalaga.

Mín fyrsta grundgeving er tann, at eg haldi tað vera skeivt, at eitt (skjótt) fráfarandi býráð skal leggja fíggjarligar byrðar á eitt komandi býráð. Og hetta er ikki hissini byrðar, ið verða lagdar á komandi býráð. Samlaða kostnaðarmetingin av verkætlanini er 98 milliónir kr., og seinasta gjald hjá kommununi verður ikki goldið fyrr enn í 2023. Tað merkir, at hendan verkætlanin er bindandi fíggjarligt tvey tey komandi býráðskeiðini.

Mín næsta grundgeving er tann, at hendan verkætlanin ikki gagnar okkara skattaborgarum stórvegis, tí í stuttum fevnir útbyggingin um hesi viðurskifti:

· Veghædd ??? høli til vaktarhald, tvey umklæðingarrúm til dómarar, dopingrúm, tvey nútíðarumklæðingarrúm til liðini, høli til tíðindafundir, mixed zone (fjølmiðlar/leikarar), sum harumframt er foreldralounge móti niðaravølli

· 1. hædd ??? vesi, arbeiðsrúm hjá tíðindafólki

· 2. hædd ??? VIP høli, sølubúðir

· 3. hædd ??? sonevndar skybox til fleirnýtsluendamál, vaktarrúm

Sum yvirlitið vísir, so er tað ikki tann vanligi borgarin, ið fær gagn av hesi útbygging. Tað er okkara skylda sum býráðspolitikkarar til eina og hvørja tíð hyggja eftir, hvussu vit best nýta hvørja skattakrónu. Eg haldi, at tað er skeiv raðfesting at leggja so nógvar milliónir í Tórsvøll, sum er væl útbygdur og uttan trupulleikar kann brúkast í verandi líki, meðan nógv kommunal øki bíða eftir at verða uppraðfest.

Her er nærliggjandi at taka eldraøkið, sum kommunan fyri stuttum hevur yvirtikið, sum dømi. Neyðarróp frá eldri borgarum og teirra avvarðandi er gerandiskostur. Her hava vit eina stóra uppgávu, sum má loysast, og sum kostar nógvar pengar. Skúlabygging, musikkskúli, langhylur, parkeringshús, asfaltering v.m. kundu eisini verið tikin sum dømi. Hetta eru alt dømi um raðfestingar, ið gagna okkara borgarum, og tí hevði tað verið rættari at gjørt raðfestingar innan hesi øki ístaðin fyri at gera eina luxusútbygging av Tórsvølli.

Jákup Dam, býráðslimur fyri Tjóðveldi

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder