Nú er møguleikin at enduruppliva dagin, tá føroyska A-landsliðið við monnum vann 2-1 ímóti Grikkalandi tann 13. juni í fjør.
Fótbóltssamband Føroya hevur gjørt ein film, ið lýsir ein av størstu døgunum í føroyskari fótbóltssøgu. Talan er um 13. juni 2015, tá Føroyar vunnu 2-1 á heimavølli ímóti Grikkalandi.
Í heyst verður hol sett á eina nýggja undankapping, tá Ungarn tann 6. september kemur á vitjan á Tórsvølli.
Umleið 1.000 atgongumerkir eru eftir til dystin ímóti ungarum, og hesi verða sett til sølu á heimasíðuni hjá FSF mánadagin 4. apríl, klokkan 10:00.
Vit skulu sjálvandi vera gestablíð. Men vónandi verður tað ein fullsettur Tórsvøllur, ið fer at gera 6. september 2016 til ein líka minniligan dag, sum tá grikkar vórðu sendir heim aftur við ongum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald