Ítróttur

Tórsvøllur: Fyrstu takpláturnar komnar á - myndir

...

2015-05-27 18:41 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Arbeiðið á Tórsvølli gongur væl, og tá grikkar koma á vitjan um smáar tríggjar vikur, fara 3.600 áskoðarar at sita undir taki.

- Í løtuni eru umleið 25 mans til arbeiðis á Tórsvølli, og sum heild gongur væl. Vit hava havt onkrar smávegis trupulleikar við stálinum til horna-bygningin, men tað kemur væntandi í rættlag innan stutta tíð, og so hevur veðrið í seinastuni eisini verið ein avbjóðing, sigur Eyðfinn Lenvig, tekniskur leiðari hjá J&K Petersen, ið stendur fyri arbeiðinum.


Um smáar tríggjar vikur skal Tórsvøllur vera klárur til landsdyst, tá grikkar koma á vitjan í Føroyum. Og sambært tekniska leiðarinum hjá J&K Petersen, so koma allir áskoðararnir at sita væl, og fara at fáa eitt gott upplivilsi á Tórsvølli leygarkvøldið 13. juni.

- Meginpartin av okkara arbeiði verður liðugt til dystin, tó ikki alt. Men tað koma áskoðararnir ikki at merkja nakað til, sigur Eyðfinn Lenvig.

EM-undankappingardysturin millum Føroyar og Grikkaland verður leygardagin 13. juni klokkan 19:45.

Atgongumerki til dystin, ið einans kosta 100 krónur, kunnu keypast á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya, ella við at trýsta HER.


















Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder