Ítróttur

Tórsvøllur fingið nýggja klokku

...

2013-08-28 20:04 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder
Um alt gongur eftir ætlan, verður nýggja klokkan við Tórsvøll tikin í brúk til U21-landsdystin millum Føroyar og Týskland 6. september

Í samstarvi við Fótbóltssamband Føroya, hevur Tórshavnar Kommuna sett nýggja klokku upp við Tórsvøll, og um alt gongur eftir ætlan, verður nýggja klokkan tikið í brúk til U21-landsdystin millum Føroyar og Týskland, ið verður á Tórsvølli fríggjadagin 6. september, kl. 19:45.

Tað eru menn frá fyritøkuni Innspark, ið hava sett nýggju klokkuna upp. Klokkan er av sama slagi, tó nakað størri, sum klokkan við Ovara Vøll í Gundadali, og klokkan, ið er sett upp við vøllin inni í Vika á Argjum.

Støddin á klokkuni er 320" (tummar), og umframt at vísa tíðini frá dystinum, kunnu myndir, sjónbond og annað eisini vísast á klokkuni.

Skrivar FSF á heimasíðu síni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder