2016-06-09 22:54
Fyrrverandi danski landsliðsspælarin Torsten Laen hevur verið og vant við KÍF. 36 ára gamli Torsten Laen vandi í kvøld við KÍF.
Torsten Laen hevur m.a. spælt við Fusche Berlin, BM Ciudad Real (sum nú er partur av Atletico Madrid) og KIF Kolding København.
Torsten skal tó ikki spæla í FTZ-deildini, tí hann hevur nemliga skriva sáttmála við GOG Svendborg fyri komandi kappingarár.
Jeppe Borch venjarin hjá KÍF og Torsten Laen kennast frá GOG, har teir báðir hava verið fyrr.
Torsten er 198 cm til høgur, og hevur spælt um 150 landsdystir fyri Danmark.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald