Ítróttur

Torstein longt sáttmálan

...

2015-11-09 22:13 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

07 vestur: Í gjár longdi Torstein Mýlingstind sáttmálan við 07 Vestur. 22-ára gamli kvívíkingurin er longu ein av rutineraðu leikarum okkara, við heili 138 dystin.


Torstein hevur spælt flestu dystirnar í verjuni, helst á høgra bakki, men í fjør (2013) bleiv hann fluttur longur fram, og endaði kappingarárið við at spæla fremsti maður, og gjørdist toppskjútti! Í ár hevur hann spælt á flestu plássum frammanfyri teir báðar mitt á, og tað eru so eisini blivin til 9 mál. Í alt 138 dystir og 21 mál fyri 07 Vestur, sum er einasta felag hann hevur leikt fyri.

Vit fegnast yvir at Torstein ynskir at halda fram í svørtum, og gleða okkum til at síggja hann geva alt hvønn einasta dyst - sum altíð!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder