Ítróttur

Tórshavnar-meistari í skúlaflogbólti

...

2016-09-29 12:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Flogbóltsfelagið Fleyr skipar í morgun fyri Tórshavnar-meistarakapping í skúlaflogbólti.

Hetta er kapping millum skúlarnar í Tórshavnar Kommunu, og tey sum kunnu luttaka eru 2., 3. og 4. flokkarnir í kommununi.

Spælt verður eftir leikreglunum í flogbørnum, sum áður varð kent sum Kids-volley, men sum nú hevur fingið nýtt heiti.

Tað er Peter Morell, menningarleiðari hjá Flogbóltssambandinum, sum samskipar kappingina. Seinni í ár verða líknandi kappingar fyriskipaðar aðra staðir í landinum.

Omanfyri 100 børn eru við í kappingini, sum verður spæld í ítróttarhøllini í Hoyvík.1

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder