JN

Tórshavnar kommuna letur grøna virðisløn

...

2015-04-13 17:17 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Umhvørvisvikan hjá Tórshavnar kommunu verður í døgunum 2. til 9. mai. Eins og undanfarin ár fer kommunan at lata einum stovni, virki, felagi, bólki ella einstaklingi eina grøna virðisløn í sambandi við Umhvørvisvikuna.

Tórshavnar kommuna vil tí fegin hava uppskot frá borgarum um, hvør hevur gjørt eitt ella fleiri serlig átøk fyri umhvørvið og sum hevur uppiborið grønu virðislønina fyri tað.

Skriva eitt sindur um, hvønn tú tilnevnir, hví tú tilnevnir viðkomandi og hvønn kommunan kann venda sær til fyri at frætta nærri. Tað ber eisini til at tilnevna seg sjálvan. Virðislønin er 10.000 krónur og verður latin í Umhvørvisvikuni.

Tilnevningar skulu vera Tórshavnar kommunu í hendi seinasta lagi 29. apríl 2015. Meldið til á www.torshavn.fo, sjálvavgreiðsluni ella í Snarskivuni, telefon 30 20 10.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder